Undrast á staðsetingina hjá familjufyrisitingini

Undrast á staðsetingina hjá familjufyrisitingini
Tórbjørn Jacobsen undrast á, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur gjørt av at staðseta nýggju Familjufyrisitingina á Bryggjubakka í Havn.
 
11.05.2018 - 08:44

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður hjá Tjóðveldi, undrast á, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur gjørt av at staðseta nýggju Familjufyrisitingina á Bryggjubakka í Havn.

Hann vísir á, at Tjóðveldi fyri einum mánaði síðani á flokstingi í Klaksvík samtykti eina yvirlýsing um at javnseta ymsu økini í landinum - serliga viðvíkjandi almennum virksemi og stovnum.

Tórbjørn Jacobsen sigur við Norðlýsið, at hann stendur spyrjandi, at ein av valdsmiklu politikarum í Tjóðveldi gongur beint ímóti samtyktini á flokstinginum.

Tórbjørn Jacobsen spyr eisini á sínum Facebook-vanga, um eingin onnur adressa í landinum fanst til henda nýggja, almenna stovnin.

- Av royndum veit eg, at tað er ófatiliga tungt at flyta nakað sum helst úr meginøkinum, tí landsstýrismaðurin stendur ómetaliga einsamallur. Men tað er áður prógvað, at tað ber til. Almanna- og heilsuskúlin í Suðuroy er eitt av fleiri dømum, skrivar Tórbjørn Jacobsen. 

Ríkisumboðið hevur umsitið familjumál í Føroyum, og men á ólavsøku verða familjumál føroyskt málsøki, og avgjørt er, at 
familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka 29 í Havn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035