Grønland vil í ST

Grønland vil í ST
Nýggja samgongan í Grønlandi ætlar, at Grønland skal fáa sín egna sess í ST.
 
16.05.2018 - 11:55

Grønland skal hava størri lut í uttanríkispolitikkinum og verjupolitikkinum, stendur í samgonguskjalinum, skrivar KNR. 

Samgongan vil hava betri møguleikar at vera við í altjóða samstarvi. Orsøkin er, at Grønland er so tætt við Norðpólin.

Fyri at fáa sjálvstøðugan sess í ST, skal umsókn sendast Trygdarráðnum. 

Í minsta lagi níggju av teimum 15 londunum í Trygdarráðnum skulu góðkenna umsóknina, teirra millum skulu vera føstu limirnir: Frakland, Kina, Russland, Bretland og USA. 

Verður umsóknin góðkend í Trygdarráðnum, fer hon víðari til aðalfundin hjá ST, har í minsta lagi tveir triðingar av teimum 193 limalondunum, tað eru 129 lond, skulu atkvøða fyri, skal umsóknin vinna frama. 

Danmark umboðar Grønland og Føroyar í ST. 

Grønlendska samgongan ætlar eisini at útbyggja samstarvið við ES, uttan tó at Grønland søkir um limaskap har.

Harafturat eigur Grønland at lata upp sendistovur í londum, sum Grønland hevur samstarv við, ætlar nýggja samgongan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655