400.000 dollarar fyri at hitta Trump

400.000 dollarar fyri at hitta Trump
Persónligi advokaturin hjá Donald Trump fekk í loyndum í minsta lagi 400.000 dollarar fyri at skipa fyri fundi millum forsetan í Ukraina og Trump
Fundurin millum Petro Porosjenko og Donald Trump varð hildin í juni í fjør.
Mynd: BBC.com  
 
24.05.2018 - 10:40

Tað skrivar BBC, sum endurgevur ónevndar keldur í Kiev, ið sambært BBC hava tætt samband við tey, sum eru uppi í hesum málinum.

Millumgongufólk hjá Petro Porosjenko, forseta í Ukraina, skipaðu fyri at flyta peningin, siga keldurnar. 

Hetta varð gjørt, hóast Michael Cohen, persónligur advokatur hjá Donald Trump, ikki var skrásettur sum umboð fyri Ukraina, sum amerikansk lóg annars krevur.

Fundurin millum Trump og Porosjenko var í Hvítu Húsunum í juni í fjør.

Stutt eftir at ukrainski forsetin kom heimaftur til Ukraina, gavst landins antikorruptións-stovnur at kanna Paul Manafort, sum hevði staðið á odda fyri valstríðnum hjá Donald Trump.

BBC skrivar, at einki bendir á, at Donald Trump visti um, at advokatur hansara fekk 400.000 dollarar fyri at skipa fyri fundinum við seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040