Skundfundur í ST

Skundfundur í ST
USA hevur biðið um skundfund í ST-trygdarráðnum eftir rakettálopini úr Gaza inn í Ísrael í gjár.
Hernaðarligir palestinar í Gazageiranum skutu í minsta lagi 50 rakettir móti syðra parti av Ísrael í gjár
 
30.05.2018 - 11:23

- Trygdarráðið eigur at vera í øðini og svara aftur álopunum, sum raka ósekar ísraelskar íbúgvar. Og palestinsku leiðararnir mugu dragast til svars fyri tað, sum teir lata um seg ganga í Gaza, sigur amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley.

Hernaðarligir palestinar í Gazageiranum skutu í minsta lagi 50 rakettir móti syðra parti av Ísrael í gjár. Sambært tíðindastovuni, AFP, er hetta harðasta álopið síðani Gaza-kríggið í 2014.

Tað kríggið vardi í 50 dagar og kom í kjalarvørrinum á kreppuni millum Ísrael og Gaza.

Ísrael mælir ríkisleiðarum kring allan heim at fordøma álopið í gjár. Sambært ísraelska herinum, fingu tríggir hermenn løstir í álopinum.

Luftverju-skipanir skutu niður flestu rakettirnar, men ein rakett sprongdist nærindis einum barnagarði og elvdi til materiellan skaða, sigur ein hernaðartalsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424