Standandi fagnaður fyri Veitsluni

Standandi fagnaður fyri Veitsluni
Salurin í Betty Nansen-sjónleikarhúsinum var á tremur, og rómurin góður, tá føroyska uppsetingin av leikinum "Veitslan" varð sýndur í gjárkvøldið
Mynd: Veitslan.com  
 
08.06.2018 - 13:59

Frederiksberg vísti seg frá sínari bestu síðu í gjárkvøldið, hóskvøldið 7. juni, tá føroyska uppsetingin av leikinum, Veitslan, ið upprunaliga var ein filmur skrivaður av danska leikstjóranum, Thomas Vinterberg, varð sýndur við Maritu Dalsgaard sum leikstjóra. 

Sjónleikarhúsið, Betty Nansen, var á tremur við fólki, og útselt var til sýningina, ið einans varð sýnd hesa einu ferðina. Ikki bara føroyingar vóru millum áskoðararnar.

veitslan4okok_2.jpg

Caption: 
Stúgvandi fúlt av fólki í Betty Nansen til sýningina av Veitsluni. Mynd: Laufey H. Blaasvær

veitslaaaan.jpg

Caption: 
Leggja síðstu hond á smyrsl og hár, áðrenn farið verður á pallin. Mynd: Laufey H. Blaasvær

Eisini nógvir danir høvdu leitað sær í sjónleikarhúsið at njóta sýningina, ið varð tekstað til danskt, so danir og aðrir norðbúgvar skiltu, hvat sagt varð á pallinum.

Føroyska Veitslan er eitt felagsnorðurlendskt samstarv og við í hópinum av leikarum, tónasmiðum, pallstjórum v.m. eru grønlendarar, íslendingar danir og føroyingar.

Marita Dalsgaard, leikstjóri, var sera nøgd við framførsluna á allar hugsandi hættir.

- Tað gekk heilt fantastiska væl í kvøld, segði ein sjónliga fegin Marita eftir sýningina. 

Veitslan

Caption: 
Leikstjórin, Marita Dalsgaard, heldur takkarøðu fyri teimum 4 kvinnunum, sum tóku stig til at fáa Veitsluna á pall í Danmark. Mynd: Laufey H. Blaasvær

veitslan_2.jpg

Caption: 
Leikurin varð tekstaður, so øll høvdu møguleika at fylgja við í, hvat varð sagt. Mynd: Laufey H. Blaasvær

- Eg eri so ótrúliga glað fyri og nøgd um avrikið hjá sjónleikarunum, sum í kvøld sýndu heilt serligar gávur. Bæði áskoðarar, fólk í sjónleikaheiminum og arbeiðsfólk á Betty Nansen vóru so sera væl nøgd við framførsluna, og hetta gleðir meg sjálvsagt almikið, heldur Marita fram.

At tað er stóri hópurin av fólki, sum standa aftan fyri leikin - tað verið seg leikarar, ljóðfólk, tónasmiðir, pallsmiðir ella smyrsl, ið eiga æruna av, at sýningin gekk so væl, leggur leikstjórin stóran dent á.

- Teirra tilvit og lutur í sýningini og øllum tí nógva, harða arbeiðinum, sum liggur í og kring eina leikuppsetan, sum Veitslan er, er heilt ótrúligt. Tað er sjónligt, at tey eru góð við hvønn annan, við leikin og við verkætlanina, og at tey vilja geva alt, tey eiga, sigur Marita. 

veitslan2_2.jpg

Caption: 
Marita Dalsgaard, leikstjóri, til verka. Mynd: Laufey H. Blaasvær

- Tað, ið er av størsta týdningi, og tað, sum sjónleikur er, er samstarv og at vera tilvitaður um, at 'saman' merkir 'øll'. Tá hetta fæst at liva, fær hetta eina heilt serliga góðsku, og júst hendan góðskan strálaði av pallinum í kvøld, sigur leikstjórin, sum gott kundi hugsað sær at sýnt fleiri sýningar av Veitsluni í Danmark.

Betty Nansen leggur hús til fleiri sjónleikir í hesum døgum, og av hesi orsøk er ikki pláss í skránni til fleiri sýningar. Eitt nú skal ein nýggjur leikur sýnast í kvøld. 

- Hetta er list í núinum, sigur Marita. Tað er tað, tað er, og síðan er tað burtur. Men hvørja ferð skal tað vera har fult heilt og heilt.

6 út av 6 stjørnum

Tað er ikki bara Marita Dalsgaard, leikstjóri, sum er væl nøgd við avrikið. Danskir miðlar vóru eisini til staðar til sýningina í gjár. Millum annað skrivar mentanarmiðilin, CPHCulture:

- Pallsetingin hjá Maritu Dalsgaard er framúrskarandi. Hon brúkar ikki bara pallin, men alt rúmið, og tað er, sum eru vit sjálv við til stóra, fólksliga og hartljómandi familjuveitslu, har bæði børn og vaksin í øllum aldri eru við. 

Við millum annað hesum orðum gevur CPHCulture Veitsluni 6 út av 6 stjørnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190