- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir føroyingar eftirlýstir í Danmark
Tveir føroyingar eftirlýstir í Danmark
Danska løgreglan leitar eftir tveimum føroyskum monnum, sum eingin hevur frætt frá síðan týsdagin

23.06.2018 - 10:05
Tveir føroyskir menn eru eftirlýstir í Danmark.
Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen skuldu eftir ætlan heim til Føroya við flogfarinum hjá Atlantsflogi á middegi týsdagin, men eingin hevur frætt frá teimum, síðan teir vóru á veg á flogvøllin í Kastrup.
Teir hava heldur ikki verið á sosialu miðlunum síðan týsdagin.
Danska løgreglan leitar nú eftir teimum báðum monnunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























