Stjórnarskipanin dettur burtur

Stjórnarskipanin dettur burtur
Nú er greitt, at uppskotið um stjórnarskipan verðr ikki avgreitt í hesari tingsetuni
26.06.2018 - 19:29

Heðin Mortensen, sum hevur verið formaður í nevndini, ið hevur viðgjørt stjórnarskipanaruppskotið í tinginum, hevur boðað løgmanni frá, at hann má leggja uppskotið framaftur í næstu tingsetu, skal fólkaatkvøða vera næsta ár.

Heðin Mortensen sigur, at nevndin hevur brúk fyri einum hálvum ári aftrat at finna semju.

Tað eru serliga orðingarnar um trúafrælsi og ófødda barnið, sum ósemja er um.

Løgmaður sigur, at hann fer nú at tosa við hinar samgonguflokkarnar, um tað er rætt at leggja stjórnarskipanaruppskotið framaftur á ólavsøku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026