- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Týskland er fangi hjá Russlandi
Hvørki týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, ella týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, lata viðmerkingina hjá Donaldi Trump, forseta, standa ósvaraða, um at Týskland er fangi hjá Russlandi, tí londini hava avtalu um gassleiðingina Nord Stream 2, sum, sambært Trump, ger størsta búskapin í Evropa bundnan av at fáa orku frá russarum.
Harmiligt fyri NATO
Donald Trump segði, at tað er harmiligt, at Týskland hevur gjørt olju- og gassavtalu við Russland.
- Vit skulu verja tykkum frá Russlandi, men Týskland rindar milliardir til Russland. Tað haldi eg, sømir seg ikki. Týskland er fangi hjá Russlandi, tí nógv av orkuni kemur úr Russlandi.
- Sig mær, um tað er hóskandi, tí tað haldi eg ikki. Eg haldi, at tað er ikki gott fyri NATO, segði Trump.
Sameind í frælsi í Týskland
Angela Merkel svarði seint í gjár Donaldi Trump.
- Eg havi sjálv upplivað, hvussu Sovjetsamveldið hevði valdið í pørtum av Týsklandi, og eg eri glað um, at vit í dag eru sameind í frælsi í samveldinum Týsklandi. Og at vit tí kunnu avgera okkara sjálvstøðuga politikk, og at vit taka egnar avgerðir. Tað er gott og serliga fyri fólkið í eystur-Týsklandi, segði Angela Merkel í gjár.
Donald Trump fanst eisini at Týsklandi fyri ikki at halda samtyktina frá 2006 um, at øll NATO-lond eiga at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuútreiðslur.
Men eisini hesar atfinningar vísti Angela Merkel aftur:
- Týskland ger nógv fyri NATO. Tað er næststørsti veitari av herdeildum, og meginparturin av okkara hernaðarmátti fer til NATO, og fram til í dag hava vit verið við í Afganistan. Sostatt verja vit eisini amerikansk áhugamál, sigur hon.
Týskland trygd fyri fría heimin
Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, svarar eisini Donaldi Trump:
- Týskland er hvørki fangi hjá Russlandi ella hjá USA. Vit eru trygd fyri fría heimin, og soleiðis verður tað frameftir, segði Heiko Maas, uttanríkisráðharri.
USA brúkar sløk 3,6 % av síni bruttotjóðarúrtøku til verju. Danmark brúkar 1,2 %.
Í ár verða væntandi átta lond íroknað USA, sum fara at brúka tvey prosent, og í 2024 verða tað væntandi 15 lond, skrivar DR.