Álopsmaður í Týsklandi handtikin

Álopsmaður í Týsklandi handtikin
Trý fólk hava fingið álvarsligan skaða eftir kníválop í einum bussi í Lúbeck fríggjadagin
Bussurin, sum maðurin framdi álopið í
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
22.07.2018 - 15:22

Ákæruvaldið í Lúbeck sigur í fráboðan, at 34 ára gamli týskt-iranski maðurin, sum við knívi høgdi frá hond, eru nú skuldsettur fyri fleiri drápsroyndir. 10 fólk fingu skaða, - av teimum fingu trý álvarsligan skaða. 

Maðurin varð handtikið uttanfyri bussin, og situr nú í varðhaldi í Lúbeck.

Leyp á ferðafólk

Tað var fríggjadagin, at 34 ára gamli maðurin við leyp á fólk, sum sótu í einum býbussi í týska býnum Lúbeck. Bussurin var fullur av fólki, sum skuldu til Travemúnde. 

Fólk í bussinum hava greitt frá, at eitt av ferðafólkunum tók ein knív úr tasku síni og leyp síðani á fólkini í bussinum við knívinum. 

Bussførarin steðgaði beinanvegin bussinum, so at ferðafólkini sluppu til rýmingar, - maðurin leyp eisini á bussføraran.

Ákærin, Ulla Hingst, sigur, at enn er ógreitt, hví maðurin leyp á, skrivar SVT. Men tað er nú greitt, at hendingin hevur ikki sambandi við yvirgang. 
Týska sjónvarpið, Spiegel TV, hevur tosað við pápa handtikna mannin, og sambært honum er 34 ára gamli sonurin sálarliga sjúkur, skrivar svt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044