Phønix sigldi á grynnuna

Phønix sigldi á grynnuna
Ísfiskatrolarin, Phønix, sum Thor í Hósvík eigur, sigldi á grynnuna út fyri Hósvík um 21.30-tíðina í gjárkvøldið.
 
24.07.2018 - 08:36

Phønix hevði verið í Hósvík eftir trolunum hjá Topasi og Sardis, sum eru farin til Danmarkar. 

15 - 20 minuttir gingu, áðrenn Phønix slapp av aftur grynnuni við egnari hjálp.

Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor í Hósvík, sigur, at Phønix var á veg út við einum áhugaðum keypara, tá teir bóru við grynnuna í Hósvík. 

- Vit undirmettu flóðina og sigldu á grynnuna, men við lítlari ferð, sigur Hans Andrias Kelduberg. Vit snaraðu runt inn yvir grynnuna, so vórðu vit leysir aftur. Skipið fekk ongan skaða, sigur Hans Andrias Keldurberg. 

Hann leggur afturat, at grynnan í Hósvík er harður eyrur, og hon átti langt síðani at verið sprongd burtur.

Skipini hjá Thor, Phønix, Kúrberg, Særdis og Topas, eru øll til sølu og standa á donskum sølulista. 

Topas og Sardis eru á veg til Esbjerg, har Kúrberg liggur og bíðar eftir keypara.

Í Kili og Suðurafrika er áhugi fyri at keypa Phønix, og tað var júst ein av hesum keyparunum, sum var við í gjárkvøldið, tá Phønix bar við grynnuna, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987