Drápsroynd við dronu

Drápsroynd við dronu
Forsetin í Venesuela yvirlivdi í dag eina drápsroynd við dronu, tá ið hann helt røðu fyri hermonnum í høvuðsstaðnum Caracas
 
05.08.2018 - 13:49

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela, yvirlivdi í dag eina drápsroynd við dronu.

Videomyndir hjá almenna kringvarpinum í Venesuela, VTV, vísa Maduro og konu hansara brádliga hyggja upp í luftina, meðan forsetin heldur røðu.

Síðani hoyrist ein spreinging, mannamúgvan spjaðist og trygdarfólk sláa ring um forsetan. Sjey fólk vóru særd, men forsetin sjálvur slapp snikkaleysur.

Mótstøðufólk hjá Maduro siga, at seinasta valúrslitið var falsað, og Maduro forseti ákærir høgrasinnaðar kreftir fyri at hava framt álopið á seg.

Eisini ákærir hann Kolumbianska forsetan Juan Manuel Santos fyri at hava havt ein fingur við í spælinum, men Kolumbianskir myndugleikar siga, at ákærurnar eru ógrundaðar.

Venesuelar, búgvandi í USA, skulu sambært forsetanum eisini havt verið við til at framt álopið, og tí sendir Maduro nú Donaldi Trump forseta eina áheitan um at steðga høgravíðgongdum Venesuelskum terroristum í USA.

Maduro hevur fleiri ferðir fyrr sagt, at høgravíðgongdar kreftir í USA og Kolumbia royna at gera statskvett í Venesuela.

- Eg eri á lívi og kenni meg væl, segði Maduro í sjónvarpaðari røðu bara fáar tímar eftir drápsroyndina.

Hann legði afturat, at talan var um tvær spreingingar, men at hann fyrst helt tað vera fýrverk í sambandi við skrúðgonguna.

Sambært Venesuelska samskiftisráðharranum, Jorge Rodriguez, komu spreingingarnar frá fleiri dronum, sum brustu nærhendis røðarapallinum hjá forsetanum og ymsastaðni í skrúðgonguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306