EBS/Skála-kvinnur luttaka í Champions League

EBS/Skála-kvinnur luttaka í Champions League
Kvinnuliðið hjá EBStreymi/Skála skrivaðu í gjár søgu, tá tær á fyrsta sinni luttóku í Champions League í fótbólti.
Mynd: Sjóvar kommuna  
 
09.08.2018 - 09:49

EBS/Skála er í Litava, har kvinnurnar skulu dystast móti liðum úr Bulgaria, Litava og Finlandi í undankappingarbólki nummar 9 í Champions League.

Í gjár spældu tær so fyrsta dystin móti NSA Sofia úr Bulgaria. Tær taptu dystin 3-0, aftaná at hava verði aftan fyri við tveimum málum í hálvleikinum.

NSA Sofia hevði bóltin nakað meira, og høvdu tær eisini fleiri málroyndir enn okkara kvinnur. Tapið var tí ikki órættvíst, hóast EBS/Skála-liðið beit frá sær til tíðir, sigur Sjóvar kommuna á heimasiðuni, og tær høvdu eisini onkrar góðar málroyndir, ið lættliga kundu havt givið mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120