Eingin bjóðaði seg fram á Frúutrøð

Eingin bjóðaði seg fram á Frúutrøð
Tórshavnar kommuna bjóðaði herfyri samtøkum at vera við í undangóðkenningini at byggja, fíggja og umsita íbúðirnar á Frúutrøð, men eingin søkti.
 
20.08.2018 - 12:36

Fer Tórshavnar kommuna at sleppa bindingunum og slaka krøvini til ætlaðu íbúðarbyggingina á Frúutrøð, so hevur partafelagið Heimbýli áhuga fyri byggingini, sum felagið metir áhugaverda.

Tað sigur Mortan Poulsen, nevndarformaður í felagnum.

Tórshavnar kommuna bjóðaði herfyri samtøkum at vera við í undangóðkenningini at byggja, fíggja og umsita íbúðirnar á Frúutrøð.

Øll kundu søkja um at verða undangóðkend. Men tey sum bjóðaðu skuldu binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðirnar, umframt parkering og fríøki, sum hoyrir til.

Ætlanin er at byggja 50 íbúðir á Frúutrøð. Helvtin skal vera leiguíbúðir, hin helvtin luta- og eigaraíbúðir.

Tá avtornaði, bjóðaði eingin seg til at gera íbúðirnar, og Annika Olsen, borgarstjóri hevur síðani sagt, at býráðið fer at kanna, um krøv og bindingar kunnu linkast.

Felagið Heimbýli hevði áhuga fyri byggingini, men krøvini gjørdu, at felagið ikki beyð seg til at gera íbúðirnar, sigur Mortan Poulsen, nevndarformaður.

Partafelagið Heimbýli varð stovnað í vár, og endamálið hjá felagnum er at byggja og selja íbúðir, íbúðarhús og býli í Føroyum.

Partapeningurin er 3 milliardir krónur.

Feløgini, sum stovnaðu Heimbýli, eru Betri banki, byggifelagið Articon, Selmar Nielsen Arkitektar og Árni Jakobsen verkfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. mai
Plátupanelið #029 (Endaløg)
191384
Leygardag 3. mai
Vikan 3. mai 2025
191375
Leygardag 3. mai
Morgunlestur leygardagur 3.mai 2025
191019
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187