Fráfall á útbúgvingum í Grønlandi kannast

Fráfall á útbúgvingum í Grønlandi kannast
Danska útbúgvingarmálaráðið fer nú at kanna, hví so nógv grønlendsk lesandi gevast  á hægri útbúgvingum longu fyrsta árið. 
Lærdi háskúlin í Nuuk, Grønlandi.
 
22.08.2018 - 09:01

Tað segði danski útbúgvingarmálaráðiharrin Tommy Ahlers í einum samráði í Grønlandsnevndini í fólkatinginum í gjár. 

Sambært KNR gevst meira enn fjórði hvør grønlendingur, sum byrjar eina hægri útbúgving í Danmark, longu fyrsta árið. Meðan sama tal fyri donsk lesandi einans er 16 prosent. 

Sambærrt KNR hevur danska stjórnin sett sær fyri at minka um fráfallið á hægri útbúgvingunum, og tí fer hann at biðja um eina kanning, sum kann lýsa, hví serliga grønlendingar ikki gjøgnumføra útbúgvingarnar. 

Tað er ikki eydnast at fáa greiðu á, hvussu nógv føroysk lesandi gevast aftur longu fyrsta árið. Vit hava sent altjóða skrivstovuni fyri lesandi ein fyrispurning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091