Løgtingsfundir útsettir

Løgtingsfundir útsettir
Løgtingsfundirnir, sum skuldu vera í vikuni, eru útsettir, tí landsstýrið skal á seminar.
 
28.08.2018 - 08:17

Løgtingsfundirnir, sum skuldu vera hósdagin og fríggjadagin, eru tiknir av skránni.

Løgtingsfundur verður ístaðin seinnapartin 10. september.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at løgmaður bað um, at fundirnir nú í vikuni blivu fluttir, tí landsstýrið skal hava seminar.

Í næstu viku hevur Útnorðurráðið ársfund i Føroyum, og eftir tað er fundur í Norðurlandaráðnum.

Tingið fer at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um varskógvaraskipan tann 10. september og uppskotið hjá andstøðuni um tunlar norður um Fjall í Borðoynni.

Í gjár segði samgongutingmaðurin, Jónleif Johannesen, at hann vil hava, at samgongan semist um at framskunda hesar tunlarnar, og at hann vónar, at tann semjan kann gerast, áðrenn tingið kemur saman aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862