Kommunurnar ósamdar um leistin

Kommunurnar ósamdar um leistin
Kommunurnar eru ymiskar á máli um kommunala samstarvið um heimatænastu og eldrarøkt, sigur stjórin í Kommunufelagnum
 
01.09.2018 - 11:05

Kommunufelagið vil hoyra hvat kommunurnar halda um kommunalu samstørvini, nú alt økið verður endurskoðað. Tí eru kommunurnar spurdar um lógin skal orðast soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa at umsita, uttan nøkur krøv um samstarv við aðrar kommunur. Freistin at svara er longd til 10. september, upplýsir Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.

 

-Vit hava fingið svar frá nøkrum kommunum og tær eru ymiskar á máli. Summar vilja halda fram við verandi samstarvi og aðrar kommunur vilja sleppa úr samstarvinum, sigur Eyðun Christiansen.

 

Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015 varð ásett, at lógin skuldi eftirmetast eftir fimm árum. Avgjørt er tó at framskunda hetta, so eftirmetingin verður gjørd longu í ár. Serliga eru tað markamótini millum land og kommunur, afturberingarleisturin og lógarásetingarnar um kommunalu samstarvsøkini, sum skulu eftirmetast. 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunufelagið standa fyri eftirmetingini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470