KÍ skrivar sáttmálar við lyklaspælarar

KÍ skrivar sáttmálar við lyklaspælarar
Tveir av bestu spælarunum hjá KÍ hava longt sáttmálarnar í tvey ár
 
06.09.2018 - 23:06

KÍ hevur tryggjað sær, at serbarnir Semir Hadzebulic og Deni Pavlovic eru í felagnum komandi tvey árini.

Norðlýsið skrivar, at báðir spælararnir hava longt sínar sáttmálar fram til 2020.

Semir Hadzebulic kom til KÍ úr albanska felagnum, Vllaznia Shkoder, í 2016. 

Síðan hevur 32 ára gamli miðvallarin verið millum bestu spælararnar í føroysku kappingini.

25 ára gamli miðverjin, Deni Pavlovic, kom til KÍ í ár úr serbiska felagnum Novi Pazar. Hann telist millum stinnastu verjuspælararnar í kappingini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360