Eysturkommuna kannar jarðhita

Eysturkommuna kannar jarðhita
Eysturkommuna kannar møguleikarnar fyri at knýta fleiri kommunalar stovnar uppí sjóhita og jarðhitaverkætlanina í Leirvík. 
 
15.09.2018 - 09:35

Sum nú er, er talan um seks kommunalar bygningar, sum í 2017 brúktu uml. 97-túsund litrar av olju, sum svarar til góðar 650-túsund krónur við núverandi oljuprísi, skrivar kommunan í gerðarbókini frá býráðsfundinum 3. september. 

Næsta ár verður tilbúgvingarstøðin í Leirvík liðug, og hon kann knýtast í skipanina, og møguleiki verður eisini hjá privatum húsarhaldum, sum eru nærindis, at koma upp í skipanina.

Kommunan hevur verið á fundi við Cowi, sum stendur fyri verkætlanini. Felagið vil gera uppskot um, hvussu hetta kann skipast. Uppskotið kostar 89-túsund krónur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Fríggjadag 4. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Tóra Trónd
212714
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572