Skulu venda sær til bæði kynini

Skulu venda sær til bæði kynini
Fyritøkur og stovnar skulu nú læra at søkja eftir starvsfólki uttan at brúka ávíst kyn í lýsingini
 
20.09.2018 - 19:41

Javnstøðunevndin hevur gjørt vegleiðing til arbeiðsgevarar at brúka, tá teir lýsa eftir starvsfólki. Har minnir nevndin á at brúka orðingar og myndir, sum venda sær til bæði kynini. Eisini er ein leiðbeining til, hvussu lýsingar kunnu orðast til størv, har kyn er partur av starvsheitinum. 

Endamálið við vegleiðingini er m.a. at minka um ótilvitaðan mismun, skapa betri trivnað á arbeiðsplássinum og við tíðini eisini ein fjølbroyttari arbeiðsmarknað, sigur Javnstøðunevndin. 

Vegleiðingin er at finna á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541