70 prosent av búfólkunum hava demens

70 prosent av búfólkunum hava demens
Umleið 70 prosent av búfólkum á eldrabýlum í Føroyum hava tekin um demens ella viknaði andsevni
 
25.09.2018 - 11:04

Tað er tó einans ein brotpartur av hesum, sum eru útgreinað av serlækna.

Tað vísir ein kanning, sum Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum hevur gjørt saman við Alzheimersfelagnum.

Maria Skaalum Petersen hevur kannað, hvussu eldri fólk, sum búgva á eldrabýlum eru fyri, og kanningin vísir at stívliga tveir triðjingar av einum tilvildarliga valdum bólki av búfólkum vístu tekin til demens, tveir triðjingar hava tekin til viknaði andsevni og helvtin av øllum teimum høvdu ikki fingið tað staðfest, áðrenn kanningina.

Ein stórur partur av teimum við tekin um demens kundu havt gagn av nærri greining, so tey kunnu fáa røttu viðgerðina, sigur Maria Skaalum Petersen. 

Fyri at geva búfólkunum røttu umstøðurnar eiga øll starvsfólk á eldrabýlum at fáa holla undirvísing innan demens og demensrøkt. Haraftrat eigur talið av plássum, sum er sett av til fólk við demensi at verða hækkað munandi ella eigur starvsfólka-normeringin at hækkað svarandi til lutfallið av fólki við demensi, sum búgva á eldrabýlum. Haraftrat eiga fleiri búfólk eisini at verða send til útgreining av demens, heldur Maria Skaalum Petersen.

232 av 590 búfólkum hava verið við í kanningini. Búfólk sum búgva á demensdeildum, hava staðfestan demens ella ikki eru før fyri at geva samtykki eru ikki við í kanningini. 

Sjúkrakassagrunnurin hevur fíggjað kanningina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065