Talv: Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í dag

Talv: Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í dag
Bosnia Herzegovina er styrkismett sum nummar 56, sum er væl betri enn Føroyar, ið eru styrkismettar nummar 76 av teimum 185 londunum
 
25.09.2018 - 11:12

Føroyar telva í móti Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympisku leikunum í Georgia.

Men Føroyar hava góðar royndir ímóti júst Bosnia Herzegovina, tí á seinastu talvolympisku leikunum, sum vóru í Aserbadjan, vunnu Føroyar við "tveimum og einum hálvum stigi" móti "einum og einum hálvum stigi". Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og John Rødgaard telvaði javnt ta ferðina.

Helgi Dam Ziska var annars ikki við Føroyum í gjár, tá Føroyar vunnu á Sierra Leone. 3½ - ½ endaði talvið, John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Karl Eli Samuelsen telvaði javnt. 
Ellivu umfør skulu telvast í Georgia og kappingin endar 5. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659