Løgmaður heldur fast, Dalstunnilin fyrst

Løgmaður heldur fast, Dalstunnilin fyrst
Dalstunnilin er frammanfyri Fámjinstunnilin í raðfestingum. Tað ger løgmaður greitt.
 
27.09.2018 - 12:15

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið sigur, at fyri fýra vikum síðani var landsstýrið á Viðareiði og legði ætlanir. Tá samtykti landsstýrið, at Dalstunnilin skuldi vera nummar eitt í raðfestingini og Fámjinstunnlin nummar tvey. Løgmaður sigur, at tann raðfestingin, hon er framvegis galdandi. Málið er sum so ikki nærri viðgjørt í samgonguni, sambært løgmanni.

Og løgmaður er ikki einsamallur um at halda fast. Jónleif Johannesen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, og sum sjálvur er úr Dali, men býr í Klaksvík, vil eisini hava, at Dalstunnilin er frammanfyri Fámjinstunnilin. Jónleif Johannesen vil heldur ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592