Onga heimild at krevja MínLykil

Onga heimild at krevja MínLykil
Tórshavnar Kommuna hevur ikki heimild at krevja, at foreldur stovna MínLykil . Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
Sólja í Ólavsstovu er løgtingsins umboðsmaður
 
28.09.2018 - 18:15

Borgarin ger sjálvur av, hvussu hann vendir sær til almenna myndugleikan, sigur Løgtingsins umboðsmaður, nú Tórshavnar Kommuna hevur talgildað tilmeldingina til dagstovnapláss.

Tórshavnar Kommuna boðaði herfyri frá, at eftir 1. oktober skulu foreldur, sum vilja bóka dagstovnapláss gera tað gjøgnum MínBoks, og at tey móttaka post frá kommunui í talgildum formi. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur fyrr viðgjørt klagur, sum snúgva seg um borgarar og talgildar skipanir. 

Lestrarstuðul

Annað málið snúði seg um, at lesandi skuldu søkja lestrarstuðul umvegis Mínboks, og hin snúði seg um, at lønarseðlar hjá alment settum starvsfólkum einans fóru at verða sendir í Mínboks.

Niðurstøðan hjá umboðsmanninum er millum annað, at borgarin ger í útgangsstøðinum sjálvur av, hvussu hann vendir sær til ein almennan myndugleika.

- Tað krevur serstaka heimild at krevja, at borgarin skal samskifta talgilt við almennar myndugleikar, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Tórshavnar kommuna hevur ásannað, at hon hevur ikki heimild at krevja, at foreldur skuldu stovna Mínlykil, skráseta seg í Mínboks og móttaka post frá kommununi í talgildum formi. 

Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at onnur mannagongd verður sett í verk fyri tey, sum ikki nýta talgildu skipanina, stendur í tíðindaskrivi frá Løgtingsins umboðsmanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558