Umhugsar minnilutalandsstýri

Umhugsar minnilutalandsstýri
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur seg fara at umhugsa støðuna, eftir at hann ikki kom á mál við at skipa nýtt landstýri.
Kim Kielsen, grønlendskur landsstýrisformaður.
 
30.09.2018 - 12:46

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur seg fara at umhugsa støðuna, eftir at hann fríggjadagin ikki kom á mál við at skipa nýtt landsstýri. Hann umhugsar nú, um hann skal halda fram við einum minnilutalandsstýri.

Hann ger samstundis greitt, at hann ikki letur tað upp í hendurnar á nøkrum øðrum at skipa nýtt landsstýri.

Eftir samráðingar fríggjadagin, staðfesti Kim Kielsen, at hann hevur møguleikar at halda fram í eini minnilutastjórn saman við Demokratunum, Attasut, Nunatta Qitornai og Siumut. Men tað er ikki ein loysn, sum hann tekur undir við alt fyri eitt.

Má hugsa um støðuna

- Vit kunnu halda fram við eini minnilutastjórn, men tað eru fleiri viðurskifti, sum hugsast mugu um, segði Kim Kielsen. Hann metti eisini, at tað verður ein stór avbjóðing at sita sum leiðari fyri eina minnilutastjórn.

- Eg eri vanur at nýta alla mína tíð í politikki, og nú útlit eru til eina minnilutastjórn, verður arbeiðið nógv meir, og tí má eg hugsa um støðuna, sigur Kim Kielsen.

Demokratarnir vilja ikki við í stjórnina, men flokkurin sigur seg fara at stuðla Kim Kielsen í eini minnilutastjórn.

Krøvini frá flokkinum eru ikki stór, men neyðugt verður at finna loysnir, sum allir flokkarnir kunnu góðtaka, sigur landsstýrisformaðurin.

Minnilutastjórn ella nýval

Kim Kielsen kann leggja frá sær sum landsstýrisformaður, og lata onkran annan royna at skipa landsstýri. Men tað verður ikki gjørt, gjørdi Kim Kielsen greitt.

Tí hevur Kim Kielsen bert tveir møguleikar, og tað er at halda fram í eini minnilutastjórn ella at útskriva nýval.

Hann róð kortini fram undir, at hann sjálvur leggur frá sær sum formaður í Siumut, og letur onkran annan taka við tí starvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044