Fólkaflokkurin nógv størstur í nýggjari kanning

Fólkaflokkurin nógv størstur í nýggjari kanning
Fólkaflokkurin hevði blivið nógv tann størsti flokkurin á Løgtingi, um val var í dag. Tað vísir ein veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin
 
05.10.2018 - 12:38

Veljarakanningin vísir, at 27,5 prosent av spurdu veljarunum siga seg fara at seta krossin við Fólkaflokkin, sum so hevði fingið 9 tingsessir, um val var nú. Hetta eru trý tingfólk meira enn Fólkaflokkurin hevur í dag

Núverandi andstøða stendur at fáa 18 tingfólk, og samgonguflokkarnir 15 eftir hesi kanningini fyri Portalin.

Úrslitið vísir, at Javnaðarflokkurin gongur nógv aftur. Hann fær 17,3 prosent og seks umboð á tingi.

Sambandsflokkurin fær 17,3 prosent.

Tjóðveldi fær 20,8 prosent av atkvøðunum og er á sama stigi, sum á løgtingsvalinum seinast.

Sjálvstýri fær eitt tingfólk, og Framsókn og Miðflokkurin fáa tvey í part. 

Spyr.fo sigur, at óvissan er millum 1,8 og 3,9 prosentstig. 

500 fólk svaraðu kanningini, sum varð gjørd í gjár millum kl. 18:58 - 19:46. 

Úrslitini eru vigað við atliti at, hvat fólk valdu til løgtingsvalið 2015, sigur spyr.fo um kanningina. Og lesið meira um hana á portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011