Útsettir dystir verða spældir týsdagin

Útsettir dystir verða spældir týsdagin
Útsettir dystir í 1.deild og Betrideildini skulu spælast komandi týsdag
 
21.10.2018 - 20:02

Í dag blivu tveir dystir avlýstir vegna veður í Betrideildini. 

Dysturin millum 07 Vestur og EB/Streym fór ongantíð ígongd, og tað fór dysturin millum AB og Skála heldur ikki. Orsøkin var vánaligt veður.

Í gjár skuldu B68 og B71 spæla í 1.deild, men tann dysturin bleiv eisini avlýstur orsaka av vánaligum veðri.

Allir hesir dystirnir hava stóran týdning fyri, hvør fer at flyta upp, og hvør fer at flyta niður.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um, at dystirnir verða spældir komandi týsdag.

Dystirnir í Betrideildini í Sørvági og á Argjum byrja klokkan 16.30. Dysturin á Toftum byrjar klokkan 19.00.

Stórur spenningur í kvinnukappingini

Fult umfar er eisini í bestu kvinnukappingini týsdagin, og har er spenningurin stórur.

Á Skála tekur EB/Streymur/Skála ímóti KÍ. Tey bæði liggja ávikavist nummar eitt og tvey, bæði hava 44 stig, og tí kann dysturin blíva avgerandi fyri FM.

HB, sum hevur 41 stig og tí enn kann vinna FM, spælir ímóti ÍF/Víkingi. Triðji dysturin er ímillum B36 og B68. Hesir dystirnir byrja klokkan 16.30

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328