B68 hevur enn møguleika at flyta upp

B68 hevur enn møguleika at flyta upp
B68 vann á B71, og tí liva toftamenn enn í vónini um uppflyting í bestu deildina
 
23.10.2018 - 23:23

B68 vann í kvøld 3-0 á B71, og tí er framvegis møguleiki fyri, at teir kunnu flyta upp, nú bara eitt umfar er eftir at spæla.

B68 var á odda 2-0 í hálvleikinum við málum frá Albert Róin Johannesen og Jann Inga Petersen.

Í seinna hálvleiki økti Jann Ingi Petersen til 3-0.

Sigurin hevur við sær, at spenningurin heldur sær til allarseinasta umfar.

Skal tað eydnast B68 at flyta upp, mugu teir vinna síðsta dystin, sum er á útivølli ímóti Víkingi.

Samstundis skal antin NSÍ ella KÍ missa stig.

NSÍ spælir í síðsta umfari á útivølli ímóti Giza/Hoyvík. KÍ spælir á útivølli ímóti HB.

Seinasta umfar í 1.deild verður spælt fríggjadagin

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744