Uppskot um fyribyrgjandi heilsutænastur

Uppskot um fyribyrgjandi heilsutænastur
Uppskot um nýggja kunngerð um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung er gjørt og sent til hoyringar.
 
29.10.2018 - 06:54

Uppskotið byggir á broyttu lógina um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, sum kom í gildi 1. august í ár.

Lógin er annars frá 2007.

Í uppskotinum um kunngerð stendur millum annað, at børn undir skúlaaldri skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. 

Og børn og ung í skúlaaldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá heilsufrøðingi ella kommunulækna.

Síðani sigur kunngerðin neyvt, hvussu hesar kanningar skulu gerast. 

Sambært kunngerðini skulu heilsufrøðingar eygleiða og viðmerkja heilsu- og reinførisviðurskiftini í skúlunum.

Verður heilsufrøðingur varugur við viðurskifti í skúlunum, sum krevja ábøtur, skal heisufrøðingurin boða frá hesum í skúlanum, hjá avvarðandi myndugleika og hjá landslæknanum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770