- Tíðindi, mentan og ítróttur
PET: Russland fyrireikar sabotasju móti málum í Danmark

Danska trygdarløgreglan PET sigur seg hava staðfest, at Russland er í ferð við við at leggja ítøkiligar ætlanir um sabotasju móti málum í Danmark.
Í samrøðu við Berlingske sigur leiðarin fyri mótnjósningina hjá PET, Emil Græsholm, at talan ikki bara er um eina ávaring um møguligar hóttanir í framtíðini.
- Vit síggja longu nú ítøkiliga fyrireiking, sigur hann við blaðið.
Sambært PET eru serliga fyritøkur í verjuídnaðinum, sum hava samband við hernaðarliga stuðulin til Ukraina, í vanda fyri at verða mál fyri russiskum álopum.
PET upplýsir eisini, at russiskar trygdar- og fregnartænastur fyrireika virksemi móti málum í Danmark.
Royna at fáa samband við danir
Sambært tænastuni roynir Russland at brúka vanligar danskar borgarar í hesum arbeiðinum.
Emil Græsholm sigur, at PET hevur avdúkað ítøkilig dømi um, at Russland roynir at fáa samband við danir gjøgnum sosialar miðlar og aðrar netpallar. Uppgávurnar kunnu millum annað vera at taka myndir av fyritøkum ella tekniskum innleggingum, sum síðani kunnu brúkast í sambandi við sabotasju.
- Tað er sera álvarsamt, um vanligir danir hjálpa russiskum fregnartænastum, antin tilvitað ella ótilvitað. Somuleiðis er tað sera álvarsamt, um eitt fremmant land fremur sabotasju á danskari jørð, sigur Emil Græsholm í eini skrivligari viðmerking til TV2.

























