Eingin lóg brotin er fyribils niðurstøðan

Eingin lóg brotin er fyribils niðurstøðan
Løgtingsgrannskoðararnir fara í dag at svara Landsstýrismálanevndini, sum hevur eina kæru um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu
Kristina Háfoss er klagað fyri at brúka almennar pengar í heimildarloysi.
 
30.10.2018 - 10:04

Løgtingsgrannskoðararnir fara í dag at svara Landsstýrismálanevndini, sum sendi grannskoðarunum eina klagu um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Bill Justinussen, løgtingsmaður, kærdi fyrst í mars í ár Kristinu Háfoss fyri at brúka almennar pengar í heimildarloysi.

Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. 

Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg.

Sambært starvsskipanini hjá Landsstýrismálanevndini er klagan send til løgtingsgrannskoðarnar, tí kæran er um eina útreiðslu, sum lógarheimild ikki er fyri.  

Grannskoðarar kanna

Løgtingsgrannskoðarnir bóðu Landsgrannskoðanina kanna málið. Tað hevur Landsgrannskoðanin gjørt.

Sambært henni hevur Kristina Háfoss onga lóg brotið. Men brúk er fyri greiðari reglum á økinum.

Tá Landsstýrismálanevndin fær málið aftur frá løgtingsgrannskoðarunum, væntandi í dag, fer hon at gera niðurstøða.

Bill Justinussen rykti Landsstýrismálanevndina eftir svari 13.september, men endaligt svar fær hann ikki enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891