Ferðsluóhapp: Hava tað gott eftir umstøðunum

Ferðsluóhapp: Hava tað gott eftir umstøðunum
Tey trý fólkini, sum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp nærhendis Sandvíkarhjalla í gjárkvøldið, hava tað eftir umstøðunum gott.
 
05.11.2018 - 06:22

Tað eru boðini frá vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Eitt ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum undir Sandvíkarhjalla í um áttatíðina í gjárkvøldið. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.

Talan var um tveir bilar, sum rendu frontalt saman. Bilurin, sum koyrdi suður eftir, koyrdi av onkrari orsøk yvir í breytina hjá mótkoyrandi ferðsluni og rendi saman við bilinum, sum koyrdi norðeftir.

Løgreglan hevur tosað við fleiri fólk, sum sóu óhappið og sigur seg hava eina góða mynd av tí, sum hendi, men hevur enn ikki tosað við tey, sum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Tað ger løgreglan væntandi seinnapartin í dag.

Fráboðanin um ferðsluóhappi kom klokkan fimm minuttir í átta. Ferðsluóhappið hevði við sær, at Kaldbaksvegurin var stongdur í ein tíma, millum annað tí, at ein annar bilurin mátti klippast upp fyri at fólki leyst.

Um hálvgum tíggjutíðina var onnur vegbreytin latin upp og seinni um kvøldið koyrdi ferðslan aftur sum vant.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742