Mugu ikki tapa í móti Malta

Mugu ikki tapa í móti Malta
Fótbóltslandsliðvenjarin, Lars Olsen, vil ikki at enda aftast í bólkinum, tí tað gongur út yvir næsta lutakast. Tí verða broytingar gjørdar á liðnum
18.11.2018 - 22:12

Føroyska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla í móti Malta týsdagin, verður broytt. Tveir mans koma at manna miðverjuna og René Shaki Joensen verður aftur á liðnum, váttar Lars Olsen í samrøðu við Leiv Frederiksen undir eini venjing á Malta í kvøld.

- Hetta er ein umráðandi dystur. Tí gera vit ikki nógvar broytingar á liðnum og skifta sjey mans út. Vit mugu ikki tapa í móti Malta, tí tað kann kosta okkum í lutakastinum til EM-undankappingina, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, millum annað.

Hann er vónbrotin av føroyska avrikinum í fyrra hálvleiki í móti Aserbadjan, men nøgdur við tað, hann sá í seinna. Tá spældu Føroyar við tveimum miðverjum og ikki trimum, sum í fyrra hálvleiki og tá gekk betri. Tí verður hetta eisini leisturin í móti Malta, sigur Lars Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339