Lægri skatt fyri at leiga út

bannari
Lægri skatt fyri at leiga út
Tingið viðger í dag uppskotið um at hækka skattafría markið fyri langtíðarútleigu
 
20.11.2018 - 06:55

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at hækka skattafría markið fyri at langtíðarútleiga bústað úr 50.000 upp í 150.000 kr. um árið.

Treytin fyri at koma undir hesa regluna er, at bústaðurin verður leigaður út í longri tíðarskeið enn tríggjar mánaðir.

Tað ber í sær, at stutttíðar útleiga, sum til dømis Airbnb, framvegis er skattskyldug inntøka, og kemur ikki undir serskipanina.

Kristina Háfoss sigur í viðmerkingunum, at endamálið við uppskotinum er at gera tað skattafrítt hjá smærri útleigarum, sum ikki eru vinnuligir, at leiga út.

Hugsað verður serliga um at stimbra hugin at leiga kømur út, kjallarar ella tóm hús. 

Markið upp á 150.000 krónur er ásett, so tað ikki skal verða skattafrítt hjá stóum vinnuligum útleigarum at leiga út.

Ein tann størsta avbjóðingin til tess at varðveita framgongdina í búskapinum er at loysa bústaðartørvin, serliga eftir leigubústøðum, sum er komin í kjalarvørrinum av stóra vøkstrinum og framgongdini í samfelagnum og vøkstrinum seinastu árini, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365