Leita eftir líkinum

Leita eftir líkinum
Turkiska løgreglan hevur gjørt húsarannsókn í tveimum húsum í Turkalandi, har leitað var eftir líkinum av dripna journalistininum, Jamal Kashoggi
Khashoggi á veg inn á sendistovuna í Istanbul fyri skjótt tveimum mánaður síðani
 
28.11.2018 - 11:05

Tveir saudiarabiskir handilsmenn eiga húsini, og teir verða settir í samband við drápið á Khashoggi, siga turkiskir myndugleikar.

Avgerðin um húsarannsóknirnar er grundað á telefonsamrøðu, sum varð gjørd dagin fyri, at Jamal Khashoggi vitjaði saudiarabisku sendistovuna í Istanbul, - samrøðan var millum ein mann, sum eru undir illgruna fyri drápið á Khashoggi, og so annan av eigarunum av húsunum, sum løgreglan hevur kannað.

- Vit halda, at samrøðan snúði seg um, hvussu kropslutirnir hjá Khashoggi best kundu fyribeinast. Tí hevur løgreglan í samráði við ákæruvaldið tikið stig til húsarannsóknirnar, skrivar ákæruvaldið í tíðindaskrivi, sambært CNN.

40 fólk hjá løgregluni, rættarmedisinskir serfrøðingar, dronuførarar og hundar kannaðu húsini bæði. Serliga var leitað í tveimum brunnum sum eru á grundøkjunum.

Turkisku myndugleikarnir hava enn ikki kunngjørt, um teir funnu nakað, sum kann verða hjálp í arbeiðnum at uppklára málið, skrivar AP.

Amerikanska trygdartænastan, CIA, hevur fyrr sagt, at saudiski prinsurin, Mohammed bin Salman, gav boðini um at drepa Jamal Khashoggi, eftir at hann hevði verið atfinningarsamur móti prinsinum.

Jamal Khashoggi fór inn á saudisku sendistovuna í Istanbul 2.oktober fyri at fáa skjøl, so at hann kundi giftast, men hann kom ongantíð útaftur.

Hann skal verða myrdur við onkrum slagi av eiturinnspræning eftir bardaga, og eftir tað er kroppurin limaður sundur fyri at kunna flytast út úr bygninginum. 

Fimm saudiskir tænastumenn kunnu verða dømdir deyðarevsing fyri morðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423