Heimafriður stovnaður í kvøld

Heimafriður stovnaður í kvøld
Felag um ljóð- og luftdálking frá skipum
Friður fyri larmandi og dálkandi skipum er ein mannarættur.
 
10.12.2018 - 07:45

Í kvøld verður felagið Heimafriður stovnað.

Stovnandi aðalfundur verður í Skótahúsinum í Runavík kl.19.00.

Á skránni verða framløga um ætlanir við felagnum, orðaskifti um ótolandi støðuna í sambandi við ljóð- og luftdálking og nevnd verður vald.

Nýggja felagið skal virka fyri at avmarka ljóðdálking og luftdálking frá skipum, sum sambært stigtakarunum er ótolandi. 

Tey siga, at hóast tey ferð eftir ferð hava gjørt vart við trupulleikan, gera myndugleikarnir einki við hann.

Heilsuskaðiligt

Í skrivi fyrr í ár til Heilsu- og Innlendismálaráðið, siga Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Pál Weihe, yvirlækni, at slík ljóðdálking kann vera heilsuskaðilig. 

Og leiðreglur hjá WHO vísa á sterk prógv um, at óljóð er ein av størstu umhvørvisvandunum fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. 

Tey siga eisini, at 10.desember, í dag, eru liðin 70 ár, síðani aðalfundur Sameindu tjóða samtykti heimsyvirlýsingina um mannarættindi. 

Í hesum sáttmála stendur, at øll hava rætt til hvíld og lívsumstøður, sum tryggja heilsu og vælveru.

Tey, sum fyriskipa felagið Heimafrið og boða til stovnandi aðalfund í kvøld, eru Trina Elttør Eysturoy í Signabø, Sylvia Thomsen í Ánunum, Theodor E. Johannesen í Saltangará og Niels Midjord í Fuglafirði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329