Gjøldini til Samhaldsfasta skulu kunna pantast

Gjøldini til Samhaldsfasta skulu kunna pantast
Nakrar broytingar eru á veg í lógini um Samhaldsfasta. Nøkur fáa meira haðani
Samhaldsfasti er við í pensjónsnýskipanini.
 
19.12.2018 - 13:04

TAKS fær nú heimild til at panta gjøld til Samhaldsfasta eftir somu reglum, sum verða brúktar til at innheinta skatt.

Tað kann TAKS gera við at taka pengarnar av lønunum hjá teimum, sum skylda Samhaldsfasta pengar.

Nøkur fólk fáa nú meira frá Samhaldfasta enn tey hava fingið.

Og landið kann krevja avgreiðslugjald frá arbeiðsgevarum, sum vilja hava rokning fyri inngjaldið til Samhaldsfasta.

Talan er um nærri reglur um, hvørjum A-inntøkum, fólk møguliga sleppa undan at rinda til Samhaldsfasta.

Lógin um Samhaldsfasta broytast

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, vil hava lógina um Samhaldsfasta broytta.

Uppskotið kom í tingið í gjár.

Endamálið við uppskotinum er at millum annað at geva teimum, sum ikki hava rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta, fleiri pengar úr Samhaldsfasta. 

Mett verður, at uppskotið í løtuni hækkar útgjaldið hjá 29 fólkapensjónistaum. 

Tey fáa størri útgjald úr Samhaldsfasta. Hækkingin svarar til 11 full útgjøld. 

Størri útgjald, meiri skattur

Hetta ger, at útgjaldið úr grunninum hækkar 750.000 kr. í 2019. 

Tað gevur landskassanum 120.000 kr. í skatti, og kommunurnar fáa 150.000 kr. 

Tey, sum búgva uttan fyri Føroyar, og ikki gjalda til Samhaldsfasta, sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd, frá minni úr Samhaldsfasta.

Lógarbroytingarnar skulu koma í gildi 1.januar 2019.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563