Árant Andriasson fyribilsstjóri á Landsverki

Árant Andriasson fyribilsstjóri á Landsverki
Varastjórin á Landsverki, Árant Andriasson, er nú settur sum fyribilsstjóri.
Mynd: Landsverk  
 
07.01.2019 - 11:24

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur sett Árant Andriasson í starv sum stjóra á Landsverki, til nýggjur landsverkfrøðingur er settur og tekur við starvinum.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá samferðslumálaráðnum. Árant Andriasson kemur frá starvinum sum varastjóri á Landsverki. 

Tann 19. desember boðaði samferðslumálaráðið annars frá, at táverandi stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, fór frá sum stjóri eftir málið um byggingina av Marknagilsdeplinum. 

Í tí sambandi boðaði landsstýrismaðurin frá bygnaðarbroytingum í leiðsluni á Landsverki. Eitt nú skuldi leiðslan býtast í tríggjar deildir við trimum nýggjum leiðarum, sum allir vístu beinleiðis til samferðslumálaráðið. 

Sambært tíðindaskrivinum, sum kom fyri løtu síðani, er hetta tó broytt enn eina ferð. Framhaldandi verður bygnaðurin á Landsverki, sum hann var undir undanfarna stjóra. 

Setti stjórin hevur sambært Samferðslumálaráðnum evstu ábyrgd av, at øll verklagsarbeiði hjá landinum verða væl frágingin, av fíggjarstýring, og at játtanir verða hildnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926