Henrik Old í Fólkatingið

bannari
Henrik Old í Fólkatingið
Henrik Old tekur í dag sæti í Fólkatinginum, og verður har í tvær vikur
 
15.01.2019 - 08:51

Henrik Old úr Javnaðarflokkinum tekur í dag sæti á Fólkatingið fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum fer í farloyvi. Henrik Old sigur, at hann fer at verða í Fólkatinginum í umleið tvær vikur.

Hetta er fyrstu ferð, at Henrik Old tekur sæti í Fólkatinginum. Henrik Old gjørdist nummar fimm á listanum hjá Javnaðarflokkinum til seinasta fólkatingsval.

Sjúrður Skaale gjørdist nummar eitt á listanum, men hini, sum gjørdist nummar tvey, trý og fýra sita øll í landsstýrinum, og tí verður tað Henrik Old, ið fer at loysa av í Fólkatinginum komandi vikurnar.

Fólkatingið hevur fund klokkan 13 í dag, og tá fer Henrik Old at taka við sessinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096