Eftirlýsa vitni til møguligt harðskapsmál

Eftirlýsa vitni til møguligt harðskapsmál
Løgreglan sóknast eftir vitnum til eitt møguligt harðskapsmál, sum fór fram í klubbagarðinum í Havn um vikuskiftið
Løgreglan sóknast eftir vitnum til eitt møguligt harðskapsmál, sum fór fram í klubbagarðinum í Havn sunnumorgunin
 
21.01.2019 - 07:09

Tað var beint fyri klokkan fýra gjáramorgunin, at ein maður segði seg verða slignan í høvdið av einum øðrum manni. Maðurin, ið sigur seg hava verið fyri harðskapi, setti aftaná manninum, men fekk hann ikki aftur.

Løgreglan vil tí fegin frætta frá fólki, ið vóru vitni til møguliga harðskapsmálið í klubbagarðinum, sum fór fram klokkan tíggju minuttir í fýra sunnumorgunin.

Eitt annað harðskapsmál var eisini í Havn um vikuskiftið. Í tí málinum er maður fyribils varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, fyri at sláa ein annan við einum sonevndum knúgvajarni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065