- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivasamt hvør verður mentamálaráðharri

Telvingin um, hvør skal hava tóma landsstýrissessin í mentamálum kemur ivaleyst fyri á samgongufundi í morgin.
Samgonguformenninir vilja ikki siga nakað enn, men politikarar kjakast dúgliga um politisku kabalina á Facebook.
Torførur spurningur
Spurningurin hevur ivaleyst verið umrøddur millum teir tríggjar samgonguformenninir, men hann er ikki so lættur at svara.
Hetta valskeiðið hevur Javnaðarflokkurin havt fýra landsstýrisfólk, íroknað løgmann, Tjóðveldi hevur havt trý og Framsókn eitt.
Men Sonja Jógvansdóttir og Kristin Michelsen, sum vórðu vald inn fyri Javnaðarflokkin í 2015 eru ikki í flokkinum meir, og tí er flokkurin tódnaður úr átta niður í seks tingfólk.
Tjóðveldi er nú størsti flokkur við sjey tingumboðum. Framsókn er í vanda fyri at missa forkvinnuna í fíggjarnevndini, tí Kristin Michelsen, sum eisini er í fíggjarnevndini, ikki er í samgonguni meir. Tað vil siga, at samgongan er í minniluta har, um Kristin Michelsen leggur saman við andstøðuni.
Tað fekk hyggjarin ábending um í sjónvarpskjakinum í gjár millum Heðin Zachariassen og Jóannes Eidesgaard.
Kjakast á Facebook
Bæði Framsókn og Tjóðveldi kunnu sigast at hava grein í sínum máli, um teir til sín egna fyrimun vilja hava málsøkjabýtið í landsstýrinum lagt av nýggjum.
Óformliga viðgerðin av, hvussu politiska kabalin nú skal leggjast, er farin í gongd. Ikki minst á Facebook.
- Tjóðveldi er óskalað og telur framvegis sjey, so um tað yvirhøvur skal koma ann upp á at kompensera nakran, vænti eg, at tey flestu duga so mikið væl at rokna í høvdinum, at tey leggja hasa kabalina eitt sindur øðrvísi enn panelið í Degi og Viku,
skrivar Ingolf Sólheim Olsen og sipar til, at Tjóðveldi ikki fylti nakað serligt í sjónvarpskjakinum.
Sessirnir telja ymiskt
Men spurningurin er torskildari enn so. Ymisku sessirnir telja ymiskt.
Løgmaður telur til dømis væl meir enn ein landsstýrissessur.
Fíggjarmál og fiskivinnumál, sum Tjóðveldi hevur í dag, eru millum tyngstu sessirnir í landsstýrinum. Harafturat hevur Tjóðveldi tingformannin.
Landsstýrissessir telja meir enn formanssessir í tingnevndunum, men formanssessirnir eru eisini partur av kabalini, og har hevur Tjóðveldi fingið í posa og sekk, heldur Hanna Jensen úr Framsókn - á sama Facebook tráði.
- har hevur Tjóðveldi 3 av 7 ella 4 av 8, um vit telja tingformannin uppí. Hetta er eisini "gloymt" á hesum tráðnum, um man veruliga vil tosa um javnvág, sigur Hanna Jensen.
Valdsbýtið nógv broytt
Eitt er vist: valdsbýtið millum samgonguflokkarnar er broytt so mikið nógv síðani valið í 2015, at tað skuldi verið løgið, um flokkarnir ikki fara at togtogast um ymisku sessirnar.
Tjóðveldi er nú størsti flokkur og fer ivaleyst at krevja, at málsøkjabýtið endurspeglar tað.
Framsókn er hinvegin liberalur flokkur og minsti flokkur í eini vinstrahallari samgongu, sum nú eisini sær út til at missa forkvinnuna í fíggjarnevndini.
Javnaðarflokkurin vil samstundis ikki missa ov nógv í mun til tað, sum flokkurin hevði eftir valið í 2015, og løgmaður hevur altíð møguleika at skriva út nýval, um ónøgdin hjá honum verður ov stór ella málsøkjaknúturin ikki er til at loysa.
Valskeiðið líður móti endanum, men júst tí kann tað hava týdning fyri flokkarnar, hvør situr í ymisku sessunum hesar síðstu mánaðirnar.
Landsstýrisfundur er í dag og samgongufundur í morgin. Og tað verða ivaleyst nøkur svong fundarfólk, sum møta upp.
Sí eisini















