- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hildu fast í kanning, hóast tey vistu um rokningar
4. januar - Fyrsti fundur millum MMR og Landsverk
Tann 4. januar er fundur millum Mentamálaráðið og Landsverk í samband við, at Mentamálaráðið skal yvirtaka fíggjarstýringina í samband við at skúladepilin í Marknagili skal gerast liðugur.
Tað var á hesum fundinum, at umboð fyri Mentamálaráðið fyrstu ferð fáa at vita, at tíggjutals milliónir í ógoldnum rokningum liggja hjá Landsverki. Hetta sæst í innlitið, sum Kringvarpið hevur fingið í málið.
Tveir dagar frammanundan - tað er tann 2. januar - var annars eisini ein fundur millum partarnar, men á tí fundinum varð onki nevnt um stóra bunkan av ógoldnum rokningum, sum hevur hópað seg upp hjá Landsverki yvir longri tíð.
5. januar - Aftur ein fundur millum MMR og Landsverk
Dagin eftir er so aftur ein fundur millum Landsverk og Mentamálaráðið. Á hesum fundinum luttaka eitt nú stjórin á Landsverki og aðalstjórin í Mentamálaráðnum. Nú eru tað tær omanafyri 30 milliónirnar í ógoldnum rokningum, sum eru á fundarskránni.
Og boðini um tær tíggjutals milliónirnar í ógoldnum rokningum komu skjótt út í Tinganes til Aksel V. Johannesen, løgmann, sum varð kunnaður um rokningarnar beinan vegin.
- Eg varð kunnaður nærmast beint eftir, at Mentamálaráðið varð kunnað á leið 5. januar, um at tað lógu ógoldnar og kanska eisini eldri rokningar hjá Landsverki, segði løgmaður við útvarpstíðindini tann hósdag 24. januar.
8. januar - Biður um kanning av landstýriskvinnuni
Um hetta mundið var nógv umrøða av eini kanning, sum skuldi gerast av Mentamálráðnum og Rigmor Dam.
Tann 8. januar heitir Annita á Fríðriksmørk á Lansdstýrismálanevndina um at taka málið upp til viðgerðar.
9. januar - Aksel vil kanna málið, um Landsstýrismálanevndin ikki vil
Tann 8. januar sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at løgmansskrivstovan er klár við eini kanning, um Landsstýrismálanevndin ikki vil taka málið upp.
- Tað snýr seg í høvuðsheitum um aðalráðið ella landsstýrisfólk hava brotið sína eftirlitsskyldu sum landsstýrisfólk, og vil landsstýrismálanevndin ikki taka málið upp, so fara vit undir at gera kanningina, segði Aksel V. Johannesen.
16. januar - Landsstýrismálanevndin ger ikki meira við málið
Tann 16. januar er so fundur í Landsstýrismálanevndini, og meirilurin í nevndini er komin til ta niðurstøðu, at hetta ikki er eitt mál fyri landsstýrismálanevndina.
Magnus Rasmussen formaður í landsstýrismálanevndini segði eftir fundin, málið longu var viðgjørt í løgtinginum, og tí høvdu allir limir í landsstýrismálanevndini longu tikið støðu til málið.
17. januar - Løgmaður heitir á Løgmansskrivstovuna at kanna Rigmor Dam
Dagin eftir, at landsstýrismálanevndin hevur sagt, at nevndin ikki fer at taka málið upp, er løgmaður gestur í útvarpsstovuni.
Her sigur hann seg vera kláran við einum arbeiðssetningi, samstundis sum hann boðar frá, at løgmansskrivstovan skuldi brúka ein til tvær vikur uppá at finna ein skikkaðan advokat, sum kundi gera kanningina.
- Nú fara vit undir at finna ein hóskandi, uttanveltaðan persón, sum kann standa fyri einari tílíkari kanning, segði løgmaður hendan hósdagin tann 17. januar. Men uttanhýsiskanningin bleiv av ongum.
21. januar - Rigmor leggur frá sær og fortelur um ógoldnar rokningar hjá Landsverki
Fýra dagar seinni, tað vil siga mánadagin tann 21. januar, koma boð úr Mentamálaráðnum.
Rigmor Dam leggur frá sær sum landsstýriskvinna. Sambært Rigmor Dam sjálvari var tað fyri at fáa politiskan frið.
Samstundis fortelur Rigmor Dam fyri fyrstu ferð alment, at har liggja ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir hjá Landsverki í samband við byggingina av skúladepilinum í Marknagili:
21. januar - Ætlanir um kanning sleptar
Sama dag sigur løgmaður, at advokatkanningin av landsstýriskvinnuni og aðalráðnum er fyribils slept.
22. januar - Løgtingið enn ikki kunnað
Hóast Mentamálaráðið varð kunnað 5. januar, um at 30 milliónir krónur í ógoldnum rokningum fyri skúlabyggingina í Marknagili liggja hjá Landsverki, var eingin kunning send løgtinginum.
Og ikki fyrr enn 16 dagar seinni, tá landsstýriskvinnan legði frá sær, fekk almenningurin at vita, at ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir eru komnar undan kavi.
Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, segði tá við Dagur og Viku, at einasta kunning um málið, sum hon sum løgtingslimur hevði fingið, var ígjøgnum miðlarnar: