Sangir blíva alsamt styttri

Sangir blíva alsamt styttri
Brúkið av stroymingtænastum so sum Spotify ger, at sangir í dag eru styttri enn fyri fáum árum síðani.
 
03.02.2019 - 09:45

Miðilin Quartz hevur gjørt eina kanning av miðallongdini á sangunum á hittlistanum Billboard Hot 100, og tað vísir seg, at sangirnir eru blivnir 20 sekund styttri frá 2013 til 2018.

Hetta stendur á heimasíðuni hjá miðlinum qz.com.

Fyri seks árum síðani var longdin á einum sangi á hittlistanum í miðal tríggjar minuttir og 50 sekund, meðan ein sangur í fjør var tríggjar minuttir og 30 sekund.

Harafturat er talið av sangum, sum eru tveir minuttir og 30 sekund ella styttri, økt úr einum prosenti í seks prosent í tíðarskeiðinum 2013 til 2018.

Miðilin Quartz staðfestir í kanningini, at teir styttru sangirnir eru ein beinleiðis avleiðing av vælumtóktu stroymingtænastunum, sum serliga tey ungu brúka. Tónleikarar fáa nevniliga pengar fyri hvørja avspæling av sínum sangum, og tí vilja teir helst hava, at lurtað verður eftir so nógvum sangum sum gjørligt. Jú styttri sangir, jú fleiri kunnu fólk náa at hoyra.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391