Varskógvaraskipanin samtykt

Varskógvaraskipanin samtykt
Málið skal hava ein viðgerð aftrat í tinginum
 
06.02.2019 - 15:29

Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk.

Løgtingið samtykti eitt broytingaruppskot frá samgonguumboðunum í fíggjarnevndini, um at landsstýrisfólkið um tvey ár skal leggja álit fyri tingið, hvussu lógin virkar eftir ætlan, og um broytingar skulu gerast.

Tingið samtykti eisini, at lógin skal koma í gildi 1. mars.

14 atkvøður vóru fyri og 11 ímóti. 

Helena Dam á Neystabø segði í eini viðmerking í álitinum frá fíggjarnevndini, at varskógvaraskipanin skal eisini fevna um kommunur og almenn partafelag.

Andstøðan: Óneyðug skipan

Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini søgdu, at neyðugt er ikki við einari almennari umsiting aftrat, og tey mæltu frá at samtykkja uppskotið.

Tær eftirlitsskipanir, sum eru, saman við talufrælsinum, fevna um alt tað, sum ein møgulig varskógvaraskipan eisini fer at fevna um. 

Uppskotið um varskógvaraskipan skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527