Posta skerjir útberingina

Posta skerjir útberingina
Broytingin er neyðug, tí nøgdin av posti er minkað, sigur Posta
Húsarhaldini í Føroyum fara í framtíðini at fáa postin til dyrnar tvær ferðir um vikuna, og ikki tríggjar ferðir
 
15.02.2019 - 10:06

Húsarhald í Føroyum á teimum størru plássunum fara í framtíðini at fáa postin bornan til dyrnar tvær ferðir um vikuna, og ikki tríggjar ferðir, sum higartil.

Helvtin av húskjunum á teimum størru plássunum fer at fáa post mánadag og mikudag, meðan hin helvtin framyvir fær post týsdag og hósdag, boðar Posta frá í morgun.

- Talan er um eina tillaging til ta støðugu talgildingina av brøvunum. Broytingin tryggjar Posta framhaldandi lønsemi í postútberingini, stendur í fráboðanini.

11 ársverk sparast burtur

Umsókn, sum varð latin Vinnumálaráðnum, er nú góðkend, og broytingin kann setast í verk. Broytingin er neyðug, tí virksemið má tillagast, sigur Posta.

Í samband við tillagingarnar eru góð 11 ársverk spard burtur. 23 starvsfólk á Posta fingu herfyri at vita, at tey annaðhvørt skuldu sigast úr starvi ella niður í tíð.

 >> SÍ EISINI Søgdu fólki úr starvi - og tóku uppsøgnirnar aftur

Uppsøgnirnar skuldu fremjast í verki 31. januar við gildi frá 1. februar. Fyrstu starvsfólkini høvdu fingið handað uppsagnirnar, tá leiðslan brádliga kúvendi og tók uppsøgnirnar aftur.

Posta miðar eftir, at góðskan á útberingini verður óbroytt, hóast útberingin verður skerd, tí stórt sæð eingi brøv hava verið í útberingini fríggjadag síðstu árini, sigur Posta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634