Her kemur Kim Jong-un til toppfund í Vjetnam

Her kemur Kim Jong-un til toppfund í Vjetnam
Leiðarin í Norðurkorea kom í morgun við toki til Vjetnam, har hann í morgin skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump
Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea, er í morgun komin til Vjetnam, har hann skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump
Mynd: AP  
 
26.02.2019 - 07:50

Kim Jong-un kom við toki til Vjetnam, og ferðin úr Norðurkorea til útriðina av Hanoi vardi í hálvt triðja samdøgur. Tokið koyrdi 4.000 kilometrar, skriva tíðindastovurnar hjá Ritzau og AFP.

Kim Jong-un er fyrsti leiðarin sum hevur vitjað í Vietnam, síðani abbi hansara, Kim Il-sung, vitjaði í Vjetnam í 1964. Donald Trump, forseti í USA, kemur eftir ætlan til Hanoi í kvøld í flogfarinum, Air Force One.

Eygleiðarar siga, at teir báðir mugu vera meira ítøkiligir, enn teir vóru eftir fundin í Singapore í fjør summar. Tá var einasta úrslitið, at báðir partar tóku undir við, at eingi kjarnorkuvápn skuldu vera á koreansku hálvoynni.

Trygdin í landinum er herd munandi, nú teir báðir skulu hittast. Vápnaðir hermenn og løgreglumenn eru í gøtunum, og myndugleikarnir hava stongt strekkið til Hanoi, sum er 170 kilometrar langt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201