Mugu sannføra útlendingar

Mugu sannføra útlendingar
Fólk í ferðavinnuni hava í fleiri førum verið noydd at sannføra útlendingar um, at teir eru vælkomnir higar í apríl, tá "ruddingarvikuskifti" verður
Øll ferðafólk eru vælkomin til Føroya seinasta vikuskiftið í apríl.
 
26.02.2019 - 09:22

Fólk í ferðavinnuni í Føroyum hava í fleiri førum verið noydd til at sannføra útlendingar um, at tey eru vælkomin til Føroya sum ferðafólk síðsta vikuskiftið í apríl, hóast Visit Faroe Islands hevur boðið útlendingum til Føroya at rudda og gera annað viðlíkahaldsarbeiði síðsta vikuskiftið í apríl.

Hetta tulka nógv soleiðis, at onnur ferðafólk ikki eru vælkomin til Føroya hetta vikuskiftið. Men tað hevur ongantíð verið ætlanin við tiltakinum vikuskiftið eftir páskir.

Hetta fingu fólk eisini at vita á sølustevnuni Ferie for alle, sum var í Herning í Danmark, hóast Visit Faroe Islands ikki var har.

Níggju støð stongd fyri vanligum ferðafólki

Heimasíðan Standby.dk tosaði við fólk, sum umboða ferðavinnuna í Føroyum, og fekk at vita, at øll er vælkomin til Føroya síðsta vikuskiftið í apríl, eisini tey, sum ikki verða boðin til viðlíkahaldsdagar.

Sambært Útvarpinum 21. februar fáa hundrað útlendingar ókeypis uppihald í Føroyum síðsta vikuskiftið í apríl, um tey afturfyri vilja arbeiða á nøkrum ferðafólkastøðum. Visit Faroe Islands rindar gistingina og matin.

Níggju støð verða stongd fyri vanligum ferðafólki hetta vikuskiftið, millum annað Mykines, Gásadalur og Kirkjubøur. 

Kunningarstovur og kommunur samskipa arbeiðið og gera av, hvar størstur tørvurin er á sjálvbodna arbeiðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839