Samferðsla, bústaðir og fyrispurningar í tinginum

Samferðsla, bústaðir og fyrispurningar í tinginum
Aðalorðaskifti verður í løgtinginum mánadagin um nýggju samferðsluætlanina, sum Heðin Mortensen, landsstýrismaður, leggur fyri tingið í dag 
Aðalorðaskifti um samferðslu verður í løgtinginum mánadagin
 
07.03.2019 - 07:13

Tingið skal annars í dag atkvøða um ein fyrispurning frá Bill Justinussen og Jenisi av Rana til Poul Michelsen, landsstýrismann, um, hví Føroyar ikki høvdu umboð á hátíðar- og minningarhaldinum um danir og føroyingar, sum bjargaðu túsundtals jødum úr Danmark til Svøríkis í seinna heimsbardaga.

Haldið var í oktober í fjør. Tingmenninir siga, at Forsætismálaráðið sendi innbjóðing til føroyska sendimannin í Danmark at vera hjástaddur 11. oktober, tá hátíðarhald og minningarløta vóru í jødisku synagoguni í Keypmannahavn. Sendimaðurin sendi avboð, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana.

Og í dag skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svara fyrispurninginum frá Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni, um tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og um at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum.

Bústaðarpakkin hjá landsstýrinum hevur fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag. Og í dag kunnu tey nógvu tingmálini, sum komu á Løgtingskrivstovuna hósdagin í farnu viku, leggjast fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968