Virðisbrøv landskassans bara hall í eitt ár

Virðisbrøv landskassans bara hall í eitt ár
Virðisbrøvini hjá landinum góvu hall í fjør. Hallið var 45 mió. kr.
Virðisbrøvini hava givið vinnning hvørt ár síðani 2000, uttan í fjør.
 
07.03.2019 - 12:02

Virðisbrøvini hjá landinum góvu hall í fjør. Hallið var 45 mió. kr.

Tað var fyrstu ferð, síðani virðisbrævahandilin hjá landinum byrjaði í árinum 2000.

Men fyrstu tveir mánaðirnar í ár er hallið í fjør vunnið innaftur. Vinningurin frá 1.januar til 1.mars er 91 mió. kr.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur í svari til Edmund Joensen, løgtingsmann, at hyggjast skal at virðisbrøvum yvir fleiri ár enn eitt, helst fimm ár.

Frá 2014 til 1.mars í ár hevur landið vunnið 308 mió. kr. av virðisbrøvum.

Gjaldføri landskassans

Gjaldførið hjá landskassanum er nú 3,7 milliardir krónur.

Tað var 2,3 milliardir í 2015.

Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er 4,6 mia. kr.

1,1 mia. kr. fella til gjaldingar í juni í ár.

Landsstýrið ætlar at minka landskassaskuldina meira enn eina milliard í juni, sigur Kristina Háfoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097