Koyrdu ov skjótt í Eysturoynni

Koyrdu ov skjótt í Eysturoynni
Fýra bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt, og tríggir bilførarar fingu bót fyri at tosa í fartelefon, tá løgreglan gjørdi kanningar í gjár.
 
10.03.2019 - 11:45

Í gjár var løgreglan í Eysturoynni og gjørdi ferðmátingar.

Fýra mans vórðu skrivaðir upp fyri koyra ov skjótt í bygdum øki við Gøtugjógv. Bilarnir koyrdu ímillum 71 og 76 kilometrar um tíman, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman. Teir fáa allir bót fyri tað, og bótin er 2.500 krónur.

Trýfólk vórðu tikin fyri at tosa í fartelefon, og tey fáa eina bót sum er 1.000 krónur. 

Løgreglan upplýsir, at tað vindur alsamt uppá seg, at fólk tosa í fartelefon, meðan tey koyra.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523