Størri samsýning fyri tilmæli um løn og eftirløn

Størri samsýning fyri tilmæli um løn og eftirløn
Nevndin, sum ger tilmæli um lønirnar hjá politikarum, skal hava meira í samsýning, nú hon eisini skal gera tilmæli um lønirnar hjá løgtingsfólkunum
Hægri samsýning er neyðug, men hvør skal gjalda hana?
 
02.04.2019 - 07:32

Sambært lóg frá 2003 ger nevndin tilmæli um lønina og eftirlønina hjá landsstýrisfólkum. Men eitt uppskot er í tinginum um, at nevndin eisini skal gera tilmæli um løn og eftirløn hjá tingfólkum.

Løgmansskrivstovan hevur gjørt løgtinginum varugt við, at tey trý fólkini í lønarnevndini skulu hava størri samsýning, nú tey eisini skulu gera tilmæli um lønirnar í løgtinginum.

Løgmansskrivstovan spyr, hvør skal taka støðu til hækkingina í samsýningini og hvør skal gjalda hækkingina, Løgmansskrivstovan ella løgtingið. 

Niðurstøða krevst

Løgmansskrivstovan mælir til, at serliga tingnevndin, sum viðger lønarhækkingina hjá løgtingsfólkum, eisini viðger hendan spurningin og ger greiða niðurstøðu um hann. 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sum hevur lagt fram uppskotið um lógarbroytingina, sigur, at endamálið við lógaruppskotinum er, at nevndin, sum ger tilmæli til løgmann um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, eisini, og helst samstundis, skal geva løgtingsformanninum tilmæli um samsýningar og eftirløn løgtingsmanna.

Á hendan hátt slepst undan, at setast skulu tvinnar ymiskar nevndir, sigur løgtingsformaðurin. Størri samsýning til nevndina er tó ikki við í uppskotinum. Men nú hevur Løgmansskrivstovan gjørt vart við hetta.

Sambært reglugerð frá 2004 fær formaðurin ella forkvinnan í nevndini, sum varð sett at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn hjá landsstýrisfólkum, 40.000 kr. og hinir báðir nevndarlimirnir 30.000 kr. Teir pengarnar hevur Løgmansskrivstovan rindað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337